Vikuætlan

Talgildar rokniuppgávur til Rokning 2a og 2b 

Vikuætlan //Vika 19 - 2024

Mán
6. mai
Føroyskt
Les frísing bók í 9.min
Týs
7. mai
Føroyskt
Føroyskt
Les frísing bók í 9.min
Svimja
Vit svimja
Mik
8. mai
ST
s. 60
Føroyskt
Les frísing bók í 9.min
Hós
9. mai
Frí
10. mai

Góðu næmingar og foreldur

Í Skála skúla leggja vit stóran dent á kreativitet og rørslu. Tveir tímar,mána og mikudag, frá kl. 11.55 til kl.13.35 liggja hesir tímar. Frá skúlaársbyrjan og til umleið viku 43, og so aftur eftir páskir fram til summarfrítíðina, hava næmingarnir rørslu.

Hetta eru næmingar í 3.,4.,5.,6. og 7.fl. 3. og 4. er ein bólkur og 5., 6. og 7.fl. er ein bólkur. Hjá Emil og Nomi ganga tey varðagøtur, fjørutúrar, súkklutúrar og  gera ymiskan mat úti, m.a. Hjá Poul og Ólavi er tað ítróttur og ymisk spøl, við og uttan bólt.

Mánadag eru tey yngru hjá Emil og Nomi og tey eldru hjá Ólavi og Poul. Mikudag er tað umvent. Vit eru altíð úti, so tað er týdningarmikið, at vera ílatin eftir veðrinum og í góðum skóm. 

Vetrarhálvuna hava tey smíð, handarbeiði, evning, heimkunnleika og teldu. Tit fáa nærri kunning um hetta.

Orðblindakanning

Allir næmingar í 3. fl. Í Føroyum verða kannaðir fyri orðblindni. Eg eri orðblindalærari í Skála skúla og fari at kanna næmingarnar ein av fyrstu døgunum. Kanningin er, at næmingarnir skriva tvætliorð, sum eg lesi upp uml 10 min.   Hetta er fyri at vita, um tey hoyra, hvørji ljóð eru í orðunum, og um tey duga at umseta ljóðini til bókstavir.
Tit frætta um barn tykkara hevur trupulleikar, sum benda á orðblindni .

blíðar heilsur Hallgerð

Eingir lutir