Vikuætlan

Talgildar rokniuppgávur til Rokning 1a og 1b 

Vikuætlan //Vika 21 - 2024

Mán
20. mai
Týs
21. mai
Føroyskt
Staviorð;  Bina, fór, til hús, eina, haru
Mik
22. mai
Hós
23. mai
Frí
24. mai

Felags foreldrafundur

Skúlastýrið bjóðar til felags foreldrafund hósdagin 14.mars kl 18 - 19.

Fyrilestrarhaldari er Ásbjørn Berthelsen og greiðir hann lætt og skemtiliga frá, hvør uppgáva skúlans er og hvør uppgávan hjá heiminum/foreldrunum er.

Næstu vikurnar bjóðar heilsufrøðingurin á skúlanum øllum børnunum í 2. flokki til samrøðu og kanning.

Í flokkinum verður undirvíst um reinføri - serliga týdningin av góðum hondreinføri.

Børnini hava øll fingið eitt papír heim við. Foreldrini verða biðin um at sita saman við barninum, meðan tað setur krossarnar og síðani skriva undir. Hetta skal latast aftur til flokslæraran skjótast gjørligt.

Umframt samrøðuna við heilsufrøðingin verða eyguni, hædd og vekt kannaði.

Foreldur eru vælkomin at seta seg í samband við heilsufrøðingin, um tørvur er á hesum, áðrenn tosað verður við títt barn.