Nýggjastu tíðindini

08. 05. 2024
Kunning um OL evnisdagar
07. 05. 2024
Takk fyri stuðulin
02. 05. 2024
Røsk børn í barna­útvarpinum
30. 04. 2024
Skúla­leikir
21. 04. 2024
Týsdagin 23.apríl
15. 04. 2024
Landsroynd 2024
22. 03. 2024
Gleðiligar páskir
22. 03. 2024
Skúla­leikir og telving. Røsk børn í Skála skúla
22. 03. 2024
Leikur í Fuglafirði og í Skúlanum við Løkin
22. 03. 2024
Vit syngja føroyskt
Fleiri tíðindi
30. 04. 2024

Skúlaleikir

Umleið 2.200 næmingar í 4,5 og 6 flokki runt í landinum hava luttikið í skúlaleikum í ár. 4, 5 og 6. flokkur úr Skála skúla hava eisini verið við í leikunum.

4. flokkar kappaðust í flogbólti og frælsum ítrótti, meðan 5. flokkar kappaðust í badminton og innirógving, og 6. flokkarnir kappaðust í kurvabólti og rørslumegi.

Allir flokkar vóru til innleiðandi kapping í eysturoynni, har vit kappaðust móti 6 øðrum skúlum. 4. flokkur gjørdist akkurát ov stuttur til at koma víðari, meðan 5 og 6 flokkur vunnu innleiðandi kappingina, og vunnu sær tískil luttøku til finaludagin í Tórshavn.

Til finaludagin vóru uml 350 næmingar samlaðir, og her fekk 6.flokkur eitt fjórða pláss, meðan 5. flokkur vann kappingina í sínum aldursbólki

Næmingarnir hjá okkum hava verið positiv, og hava verið røsk til at hjálpa og heppa uppá hvønn annan. Tiltakið var sera væl fyriskipað, og vit gleða okkum til at luttaka aftur.

Myndir frá finaludegnum eru at finna á leinkuni niðast, og eisini hevur barnaútvarpið verið og vitjað í skúlanum, og tann sendingin er eisini at finna niðast í greinini.